Tað hevur elvt til nógv rumbul, at súkklur ikki eru loyvdar í býarbussunum hjá Tórshavnar kommunu, tí ósemja hevur verið um, hvat ein "súkkla" er.
Søgur hava verið frammi um, at summi ikki eru sloppin við í bussin, tí tey hava havt barnasúkklur við sær, og onnur hava upplivað at verða tveitt úr bussinum, tí tey hava havt rennisúkklur, rennihjól ella rennifjalir við sær í bussin, sum bussførarin í fyrstu atløgu ikki hevur sæð.
Men tað steðgar sum skilst nú. Tórshavnar kommuna hevur nevnliga viðgjørt spurningin, eftir at fleiri klagur eru komnar inn frá misnøgdum borgarum um súkkluspurningin - og niðurstøðan er, at rennisúkklur, samanløgd rennihjól og rennifjalir eru ikki súkklur, og kunnu tí takast við í bussin.
Sambært Tórshavnar kommunu eru bussførararnir kunnaðir um avgerðina í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald