2018-12-03 10:15
Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti býráðið at gera ábøtur á eldraøkið, og ítøkiliga var eitt uppskot um nýtt tilboð til fólkapensjonistar, ið búgva í egnum heimi í Tórshavnar kommunu. Býráðið samtykti at seta 500.000 kr. av til hjálp til reingerð hjá heimabúgvandi.
Reingerð í heiminum er ein tænasta, sum varð tikin úr Heimatænastuni fyri nógvum árum síðani. Síðan kommunan yvirtók eldraøkið, hava nógvar røddir verið frammi um saknin av hesari tænastu.
Heilsu- og umsorganartænastan, sum umsitur eldraøkið í Tórshavnar kommunu, hevur nógv tilboð til heimabúgvandi borgarar. Nevnast kunnu t.d. heimatænasta, heimasjúkrarøkt, vitjanartænasta, ymisk venjingartilboð, dagtilhald og matartænasta. Við nýggju játtanini ber nú til hjá Heilsu- og umsorganartænastuni at leggja enn eitt tilboð afturat rúgvuni, nevniliga reingerðartænastu.
Tilboðini, sum Heilsu- og umsorganartænastan veitir, hava øll eitt egingjald, og soleiðis verður eisini við reingerðartænastuni. Enn er tó ikki greitt hvat hetta verður.
Eins og við hinum tilboðunum skal søkjast um reingerðartænastu, og út frá umsóknunum verður gjørd ein ítøkilig meting av hvørjari umsókn, sum skal lúka ávísar treytir. Fyrst og fremst skal reingerðartænastan veitast teimum borgarum, ið hava størstan tørv á reingerð, og sum ikki hava møguleika fyri at vaska sjálvi. Harafturat skal borgarin ikki hava annað enn fólkapensjónina at liva av.
Tórshavnar kommuna fer allarhelst í samstarv við privatar reingerðarfyritøkur um hesa tænastuna, tí talan er ikki um nýggjar uppgávur hjá heimahjálpini, men um eitt serstakt tilboð sum søkjast kann um, skrivar kommunan.
Arbeiðið við nýggja leistinum er ikki liðugt enn, og nærri kunning fer at koma um hesa nýggju tænastuna í næstum.
Umframt 500.000 kr. til reingerðartænastu hevur býráðið samtykt at økja játtanina til Heimatænastuna við 1.4 mió. Hetta merkir, at Heilsu- og umsorganartænastan í næstum fer at seta enn fleiri heimahjálparar í starv og harvið tryggja eina enn betri heimatænastu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald