2018-07-12 10:49
Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at 1. juni 2018 búðu 50.927 fólk í Føroyum. Samstundis skrivar Hagstovan, at hetta talið í dag helst er yvir 51 túsund.
Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni vekir gleði í landsins størstu kommunu, Tórshavnar kommuna. Á facebookvanga sínum skrivar kommunan, at hon fyri fyrstu ferð telur yvir 42% av fólkinum í Føroyum.
Tórshavnar kommuna hevði lutfalsliga størsta vøksturin av kommunum við 1,9%, so at nú búgva 21.399 fólk í kommununi.
Við hesum búgva nú 42.019% av Føroya fólki í landsins størstu kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald