Innanlands

Tórshavnar kommuna yvirtekur savnið hjá Birgari Johannesen

Tórshavnar býarsavn fær fleiri enn 1000 lutir frá savninum hjá Birgari

2018-10-04 10:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórshavnar kommuna fer nú at yvirtaka privata savnið hjá Brigari Johannesen. Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at yvirtaka savnið og í morgun varð avtala gjørd um, at Birgar Johannessen letur Tórshavnar býarsavni lutirnar í privata savninum.

Birgar hevur altíð havt áhuga fyri gomlum lutum, og fór undir eitt miðvíst innsavningararbeiði fyrst í nítiárunum. Talan er um fleiri enn 1000 lutir, ið nú eru latnir Tórshavnar býarsavni.

Tórshavnar býarsavn fegnast um hesa stórfingnu gávu, sum verður bulurin í komandi framsýningarvirkseminum hjá býarsavninum.

Arbeitt verður við at útvega Tórshavnar býarsavni høli til fast framsýningarvirksemi. Fyribils verður framsýningin hjá Birgari verandi í Niels Finsensgøtu 38 og verður opin eftir avtalu.

(Gunnvør Balle, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, borgarstjóri, og Birgar Johannesen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder