Innanlands

Tórshavnar Musikkskúli skal hava navn og búmerki

Tórshavnar kommuna skipar fyri navna- og búmerkjakapping

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-11-14 22:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórshavnar Musikkskúli fer á sumri 2018 at húsast í nýggjum stásiligum bygningi við Hans Andriasar gøtu og Landavegin í Havn. Navnið Tórshavnar Musikkskúli hevur fylgt skúlanum, síðani hann byrjaði, somuleiðis hevur annar eldri privatur musikkskúli í Havn fyrr borið sama navn.

Javnan verður kjakast um orðið “musikkur” í mun til orðið “tónleikur”, hvussu hesi eru brúkt fyrr og nú. Tað eru eisini ymiskar fatanir av, um nýtt navn skal finnast til skúlan ella haldast skal fast í verandi navn. Eisini verður kjakast, um navnið á skúlanum skal hava “musikk” ella ”tónleik” sum part av navninum, ella heilt annað navn skal finnast, ið avspeglar tað fjølbroytta tónleikavirksemið, ið ætlandi verður í bygninginum, ið eisini liggur tætt upp at Skúlanum á Fløtum og Glasi, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Fyri at fáa íblástur til hetta kjakið verður navna- og búmerkjahugskotskapping útskrivað. Nevndin, ið metir um uppskotini, verður mannað við umboðum úr Tórshavnar kommunu og umboðum fyri Tórshavnar Musikkskúla og letur síðani tilmæli til mentamálanevndina í Tórshavnar kommunu.

Ynskið er at fáa hugskot, sum kunnu geva kommununi íblástur at velja, hvønn veg best er at fara.

Latnar verða 5.000 kr. til vinnandi navnið og 5.000 kr. til vinnandi búmerkið.

Les meiri um treytir og um verkætlanina her.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder