Innanlands

Tørvur á 240 íbúðum í Tórshavnar kommunu áðrenn 2022

Tað metir kommunan, sum í síðstu viku samtykti bústaðarpolitikkin fyri kommununa

(Mynd: arcticportal.org)

(Mynd: arcticportal.org)

2018-07-24 08:47 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tórshavnar kommuna metir, at tørvur er á 240 íbúðum í Tórshavnar kommunu áðrenn 2022 og 400 afturat áðrenn 2030. Tað sæst í bústaðarpolitikkinum fyri kommununa, sum varð samtyktur 20. juni, og sum liggur á heimasíðuni hjá kommununi.

Kommunan sigur, at ein stórur partur av hesum skal helst verða leigubústaðir. Bústaðir eru í gongd við fleiri leigubústaðir, men kommunan ynskir, at onnur eisini bjóða seg fram at gera leiguíbúðir.

Tørvur er harafturat á 60 lestrar- ella ungdómsíbúðum áðrenn 2022 og 200 afturat áðrenn 2030.

Fyri 15 árum síðani var bústaðarbýtið ógvuliga eintáttað í Tórshavnar kommunu, sigur Kringvarpið. Samlaða talið á búeindum var umleið 5.500, og lutfallið var 95% sethús og 5% íbúðir. Í dag eru umleið 72% sethús, 17% tví- og raðhús, 7% eigaraíbúðir, 1% leigubústaðir og 3% lestraríbúðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder