Reyði Krossur er til staðar í Yemen til tess at veita grundleggjandi og lívbjargandi neyðhjálp. Tvey ár av vápnaðum stríði hevur elvt til stóra oyðilegging í Yemen, umframt at fátækradømi og hungursneyð hava herjað í fleiri ár. Óteljandi bardagar og bumbubrestir hava javnað samfelagsbygnaðin við jørðina, og eingin almenn heilsutrygd er í landinum.
Fólkið í Yemen stríðist framvegis dagliga fyri lívinum, og eingi tekin er um, at støðan fer at batna í nærmastu framtíð. Tíverri eru ábendingar hinvegin um, at støðan versnar, í samsvari við at vápnaða stríðið tekur dyk á seg. Ein avleiðing av vápnaða stríðnum er eisini, at tað er torført at fáa mat inn í landið, og at tað alsamt verður verri at fáa fatur á drekkivatni. Áleið 18,8 mió. menniskju í Yemen hava tørv á humaniterari hjálp og verju, og 10,3 mió. av teimum hava tørv á bráfeingis neyðhjálp.
Reyði Krossur arbeiðir tí við humaniterum verkætlanum, ið hava til endamáls at:
- betra um atgongdina hjá viðkvomum bólkum í samfelagnum til drekkivatn, heilsutænastur og reinføri,
- førleikamenna sjálvboðin og starvsfólk.
- stuðla heilsumiðdeplum og tænastum í at røkka út til serliga viðkvamar bólkar í Yemen.
- menna samfelagsgrundaðar heilsutænastur og heilsutrygdina í landinum.
Sera fáir humaniterir felagsskapir eru virknir í Yemen, orsaka av ótryggu støðuni í landinum. Reyði Krossur heldur tó á fram við at veita humanitera hjálp í samsvari við tær 7 aðalreglurnar hjá felagsskapinum. Reyði Krossur virkar eisini áhaldandi fyri, at fáa partarnir í krígnum at virða altjóða humanitera lóg og harvið at økja um tryggleikan hjá vanliga fólkinum og starvsfólkum á
humanitera økinum.
Av hesum orsøkum hevur Reyði Krossur Føroya tí latið kr. 200.000 til hesar verkætlanir hjá Reyða Krossi í Yemen. Nevnast kann, at fyri kr. 50 kann Reyði Krossur geva mat til eitt barn í Yemen í tríggjar vikur, fyri kr. 135 ber til at geva eina fyrstuhjálpartasku til særd og skadd í Yemen, og kr. 430 røkka til at geva einari familju í Yemen eitt skýli við neyðugari útgerð.
Øll eru vælkomin at stuðla við einari eingangsupphædd inni á heimasíðuni hjá Reyða Krossi Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald