Uttanlands

Tosa eisini um telefonbann í Danmark

Barna- og undirvísingarráðharrin staðfestir, at danska stjórnin vil banna fartelefonum og ávísum teldlum í fólkaskúlum og á frítíðarskúlum við lóg. Tilmæli eru eisini um, at børn undir 13 ikki skulu eiga slíkt

Mattias Tesfaye staðfesti í gjár at stjórnin vil fylgja tilmælunum hjá Trivnaðarnevndini, sum síðani 2023 hevur arbeitt við ymiskum punktum. Her sæst Tesfae (t.v.) undir vitjan í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mattias Tesfaye staðfesti í gjár at stjórnin vil fylgja tilmælunum hjá Trivnaðarnevndini, sum síðani 2023 hevur arbeitt við ymiskum punktum. Her sæst Tesfae (t.v.) undir vitjan í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-25 11:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nýgjársrøðu løgmans varð nortið við eitt møguligt fartelefonbann í fólkaskúlunum, og at man sum heild skal gera átøk fyri at tálma nýtsluni av slíkum millum børn og ung. Eisini við at møguliga seta aldursmark á sosialar miðlar.

Hetta elvdi til nógv kjak í ymiskum miðlum. Summi vóru ógvuliga samd við Akseli V. Johannesen, meðan summi millum annað hava víst á, at fólkaskúlar hava sínar reglugerðir, og at sumt er ov vígðongdir tankar.

Sí eisini: Løgmaður vil banna telefonunum í fólkaskúlanum

Í Danmar tykjast tey, ið ráða, at vera til reiðar at fara langt fyri at broyta núverandi støðuna.

Mattias Tesfaye staðfesti í gjár at stjórnin vil banna fartelefonunum og ymiskum teldlum í fólkaskúlum og fríðtíðarskúlum. Barna- og undirvísingarmálaráðharrin heldur, at meginreglan skal vera, at slíkt sum útgangspunkt ikki skal vera við og nýtast í skúlum; heldur ikki í fríkorterinum.

Útgangsstøði er niðurstøðurnar hjá Trivnaðarnevndini, sum eru almannakunngjørdar í dag. Har siga tilmælini greitt, at allir grundskúlar skuldu vera "fartelefonfríir". Hetta ynskir stjórnin at bakka upp, staðfestir Tesfaye.

Áður hevur danska stjórnin sýtt fyri at nýta lóggávu til at tálma/steðga nýtsu av fartelefonum á skúlunum. Høvuðsorsøkin til nýggju støðuna er vantandi trivnaður, og at tøknin skapar so mikið stórar trupulleikar; serliga millum næmingar og lærarar.

Trivnaðarnevndin hevur eisini skotið upp, at eingin undir 13 ár skal eiga eina fartelfon ella teldil. Tað er ikki vist, um hetta tilmæli verður gjørt til lóg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder