Innanlands

Toskafiskiskapurin tann besti seinastu tíggju árini

Hagtølini vísa, at toska- og hýsufiskiskapurin er batnaður heilt nógv í mun til undanfarin ár

2018-11-21 16:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

At tað gongur munandi betri við botnfiskiskapinum í ár, enn tað hevur gjørt seinastu árini, prógva nýggjastu avreiðingartølini frá Hagstovuni.

Tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár vórðu landað 13.313 tons av toski og 4.038 tons av hýsu. Hetta er ein vøkstur upp á heili 32,6 og 31,3 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Altso næstan ein triðingur í vøkstri.

Hinvegin er tað ein minking í fleiri øðrum botnfiskasløgum, serliga upsaveiðuni. Upsaveiðan er gingin aftur við 15,6 prosentum. Higartil í ár eru avreidd 19.374 tons mótvegis 22.962 tonsum frá januar til oktober í fjør.

Framgongdin í toska- og hýsufiskiskapinum uppvigar ikki afturgongdina í upsafiskiskapinum, so samlað eru komin 100 tons færri av botnfiski upp á land higartil í ár. Men í prísi verður afturgongdin uppvigað, við tað at avreitt er tilsamans fyri 550 milliónir krónur í ár – tað er 11,3 prosent meira enn í fjør.

Samlaðu avreiðingarnar um avreiðingarskipanina frá januar til oktober í ár er 63.904 tons, 1,4 prosent minni enn í fjør. Í pengum svara tær 754,4 milliónirnar tó til eina framgongd á 5,4 prosent, vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni.

[object Object]

Vit hava verið ein túr í hagtalsgrunninum og hugt eftir toska- og upsaveiðuni fyri sama tíðarskeið (10 teir fyrstu mánaðirnar í árinum) seinastu tíggju árini.

Her sæst týðuligt, at toska- og hýsustovnurin er við at koma fyri seg aftur. Frá 2011 til 2013 fall toskafirkiskapurin úr oman fyri 11.000 tons til um 7.500 tons. Síðan er fiskiskapurin ikki komin upp á sama støði aftur, fyrr enn í ár, tá hann var oman fyri 13.000 tons og sostatt tað mesta nakrantíð hesi seinastu tíggju árini.

[object Object]Avreiðingarnar av toski og hýsu jan-okt fyri árini 2009 til 2018 (Hagtalsgrunnurin)

Nakað tað sama er galdandi fyri hýsufiskiskapin. Í 2009 og 2010 var hann oman fyri 4.000 tons, men fall so niður á millum 2.000 og 3.000 tons nøkur ár og beint upp um 3.000 tey seinastu tvey árini. Higartil í ár er hann so kvinkaður upp um 4.000 tons, men tó ikki heilt upp á sama støði, sum fyri 10 árum síðani.

Seinastu 10 árini er upsafiskiskapurin minkaður heilt nógv. Fyri 10 árum síðani vórðu knapt 50.000 tons av upsa avreidd. Árini eftir minkaði fiskiskapurin munandi. Higartil í ár vórðu landað knapt 20.000 tons. Tølini eru galdandi fyri fyrstu 10 mánaðirnar av árinum.

Ár

Toskur (tons)

Hýsa (tons)

Upsi (Tons)

2009

8.023,10

4.195,30

49.965,9

2010

11.123,30

4.068,00

36.937,4

2011

10.020,20

2.859,30

26.833,9

2012

7.491,00

2.112,40

28.531,8

2013

8.164,50

2.667,70

21.938,1

2014

9.036,10

2.615,30

20.084,6

2015

10.203,80

2.761,90

19.402,9

2016

10.723,70

3.141,10

20.240,9

2017

10.037,20

3.074,70

22.961,7

2018

13.313,20

4.038,00

19.373,9

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder