Innanlands

Treystitalið nærum óbroytt seinasta árið

Hagstovan hevur kannað konjukturin

2018-07-04 11:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hagstova Føroya hevur nú hugt eftir hvussu konjuktururin er í Føroyum. Treystitalið, sum er konjukturbarometrið, er hesaferð 25, ið er nærum tað sama sum í seinastu tveimum kanningunum frá juni í fjør og januar í ár. Treystitalið er framvegis oman fyri miðaltalið fyri allar kanningarnar, ið gjørdar eru síðani 2006.

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá 5 spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið er óbroytt, men ymsu kanningarnar vísa tó, at tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit í ymsu kanningunum.

Vísitøl fyri kanningarnar eru vístar í myndum niðanfyri.

Brúkarakanningin

Bjartskygnið hjá brúkarunum, sum hevur verið minkandi 2 hálvár á rað, er nú nærum uppi aftur á sama stigi sum januar 2017 og liggur framvegis oman fyri langtíðarmiðal.

Tilfeingisvinnan og annar ídnaður

Treystið í tilfeingisvinnuni kvinkar uppeftir annað hálvár á rað og liggur nú áraka langtíðarmiðal.

Byggivinnan

Treystitølini í byggivinnuna hava staðið at kalla í stað í meira enn 3 ár og liggja framvegis oman fyri langtíðarmiðal.

Handilsvinna/smásøla

Treystið minkar annað hálvár á rað og er tað lægsta síðani juni 2014, men er kortini enn oman fyri langtíðarmiðal.

Tænastuvinnan

Bjartskygnið enn oman fyri miðal, men er viknandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder