Eitt ferðsluóhapp var í Hvalvík í morgun um 8-tíðina. Ein bilur kemur koyrandi norðureftir og skal koyra inn á vinnuøkið beint tá ein kemur til bygdina.
Hesin setur ferðina niður, og gevur tekin um at venda av vegnum. Tann næsti bilurin setur eisini ferðina niður, men triði bilurin er ikki ansin, og koyrir upp í næsta bilin.
Samanstoyturin var so harður, at bilurin sum varð árendur fer tvørturum mótkoyrandi koyribreyt og fer av vegnum. Hesin bilurin fekk nokkso nógvan skaða, meðan bilurin sum rendi á, eisini fekk skaða.
Fólk vórðu flutt á landssjúkrahúsið, men hava tað eftir umstøðunum gott. At síggja til var eingin stórur persónsskaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Óhappið hendi beint fyri klokkan 8 og elvdi til langar bilrøðir. Løgreglan leiddi ferðsluna í bólkum runt gjøgnum staðið, og klokkan 9 var alt ruddað og koyrandi sum vanligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald