placeholder
Innanlands

Tríggir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Ein bilførari í Vágum og tveir í Havn vórðu tiknir fyri at koyra við kenning í nátt

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-11-23 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um hesa tíðina á árinum eru nógv jólaborðhald, og í hesum sambandi hevur løgreglan gjørt eitt málrættað átak móti rúsdrekkakoyring í nátt.

Úrslitið var, at tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra, meðan teir vórðu ávirkaðir av rúsdrekka. Tveir í Havn og ein í Vágum.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at ferðslan økist í hesum døgum, tá fólk fara til og frá jólaborðhald, og halda tey tí meira eyga við ferðsluni.

Vakthavandi leggur afturat, at løgreglan eisini hevur verið nógv til staðar í náttarlívinum, men at fólk sum heild hava verið friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder