Innanlands

Fýra føroyingar afturat í Bláu Bók

Dagførd grein: Ríkisumboðskvinnan, ein rithøvundur, ein rektari og ein íverkseti løgd afturat listanum

Sólrun Michelsen

Sólrun Michelsen

2019-05-23 15:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra føroyingar eru millum tey 207 fólkini, sum í ár hava fingið pláss í Kraks Blå Bog.

Tað er Gads Forlag, sum á hvørjum ári gevur út Kraks Blå Bog við lýsingum av fólkum, sum hava nakað at týða í danska samfelagnum – sum hava ein serligan týdning innan teirra øki, sum forlagið sigur í tíðindaskrivi.

Nógvir fólk, sum halda seg hoyra til henda bólkin, bíða við spenningi á hvørjum ári um tey nú eru komin við í bókina, og millum tey 207 nýggju nøvnini í bókini eru trý við føroyskum heimstaði ella uppruna.

Tað eru Lene Moyell Johansen, ríkisumboðskvinna, Sólrún Michelsen, rithøvundur, Heini Zachariasen, íverkseti og eigari av Vivino, búsitandi í Kalifornia og beiggi hansara Martin Zachariasen, sum er rektari á IT-universitetinum í Keypmannahavn.

Blå Bog kom út fyrstu ferð í 1910 og umleið 30.000 persónar eru lýstir í bókini.

Greinin er rættað í mun til ta, ið varð løgd út fyrrapartin. Tá høvdu vit ikki Martin Zachariasen við - hann er ikki skrásettur sum føroyingur á listanum yvir nýggju nøvnini í Bláu Bók

[object Object]
Lene Moyell Johansen, ríkisumboðskvinna, her í Stakkinum saman við Aksel V. Johannessen, løgmanni, og Heðini Zachariassen, borgarstjóra (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen) 

[object Object]
Heini Zachariasen

[object Object]
Martin Zachariasen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder