2019-04-27 15:40
Aftur í ár skipar Havnar Arbeiðarafelag fyri 1. mai dags haldi á Vaglinum. Haldið verður mikudagin kl. 15.00.
Røðarar verða Suni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, Karin Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinna, og Marius Rein, fyrrverandi løgtingsskrivari.
Havnar Hornorkestur spælir í sambandi við haldið.
Havnar Arbeiðarafelag hevur regluliga skipað fyri 1. mai dags haldi síðan 1962. Dagurin verður hildin í sambandi við, at 1. mai er altjóða arbeiðaradagur.
Tiltakið verður á Vaglinum mikudagin kl. 15.00. Teknmálstulkatænastan verður við.
Eftir haldið bjóðar Havnar Arbeiðarafelag kaffi í hølum felagsins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald