2018-07-23 10:17
Stutt áðrenn klokkan 04 sunnunáttina kom løgreglan fram á tríggjar kvinnur í Klaksvík, sum vórðu farnar til hendurs á alfaravegi.
Talan var um tilkomnar kvinnur. Løgreglan fekk tó skilt kvinnurnar sundur, áðrenn meira spurdist burtur úr.
Løgreglan er nógv at síggja úti millum fólk í býnum um næturnar fyri tíðina, og hetta er sum skilst ein liður í nýggjum átaki hjá løgregluni at forða harðskapi, soleiðis at løgreglan skjótt kann leggja uppí, tá ið ósemjur eru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald