Innanlands

Tríggjar milliónir settar av til endurnýggjan

Ætlanin er eisini at smíða ferjur í Føroyum, í tann mun tað ber til - nú skal ferð fást at endurnýggja skipaflotan hjá Strandferðsluni

Miðalaldurin á ferjunum hjá Strandferðsluni er ov høgur, og tær lúka ikki nútímans krøv, hvørki til ferðafólk ella manning. Hetta staðfestir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið (Mynd: Sverri Egholm)

Miðalaldurin á ferjunum hjá Strandferðsluni er ov høgur, og tær lúka ikki nútímans krøv, hvørki til ferðafólk ella manning. Hetta staðfestir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-14 19:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Miðalaldurin á ferjunum hjá Strandferðsluni er ov høgur, og tær lúka ikki nútímans krøv, hvørki til ferðafólk ella manning.

Hetta staðfestir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið á heimasíðu sínari í dag, í samband við at fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 nú er lagt fram og skal fyri fyrstu viðgerð í vikuni.

Les eisini: Størri avlop og lægri ríkisveiting

Eitt av málinum hjá Landsstýrinum og hjá nýggja samansetta aðalráðnum er, at strandfaraskipini skulu endurnýggjast; hetta fyri at Strandferðslan fær tíðarhóskandi ferjur, til gagns fyri borgarar og vinnu.

Hetta skrivar fisk.fo, ið staðfestir, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 eru tríggjar milliónar settar av til at gera neyðugar kanningar og at fyrireika eina endurnýggjan av strandfaraskipunum.

Samstundis verður avdúkað, at ætlanin eisini er, at ferjurnar verða smíðaðar í Føroyum, í tann mun tað ber til, fyri at menna føroyska vinnu og serkunnleika.

- Tað er sera umráðandi, at ferðasambandið er gott um alt landið, soleiðis at vit kunnu búgva, arbeiða og ferðast undir góðum og høgligum umstøðum kring allar Føroyar. Tí fegnist eg um, at gongd nú kemur á at endurnýggja skipaflotan hjá Strandferðsluni, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder