Innanlands

Tríggjar vikur síðani seinasta staðfesta koronatilburðin

2.440 tær seinastu kanningarnar hava verið negativar - 72 tær seinasta samdøgrið

Myndugleikar og føroyingar annars kunnu fegnast um, at tað er næstan ein vika síðani, at komið varð niður á null (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Myndugleikar og føroyingar annars kunnu fegnast um, at tað er næstan ein vika síðani, at komið varð niður á null (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-14 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á tíðindafundinum fyrrapartin, har nýggjastu koronatilmælini vórðu kunngjørd, segði Bárður á Steig Nielsen, at tað kom óvart á hann, at tað hevði gingið so skjótt at komið niður á null koronasmittaði í Føroyum. Frá fyrsta tilburðinum gingu tað beint yvir tveir mánaðir, til eingin aktivir tilburðir var. Tað er nú beint undir ein vika síðani, at persónarnir ið seinast fingu staðfest smittuna vórðu frískir.  

Sí eisini: 
Øll sleppa nú aftur í skúla - frástøðan er nú ein metur
Tríggjar ítøkiligar avmarkingar eru eftir
- Vit lata ikki upp fyri íslendingum enn
Løgmaður: Vit vilja ikki hava smittuna til Føroyar 

Eingin føroyingur er í løtuni staðfestur smittaður við coronusmittuni. Hetta byggir á í alt 8.710 kanningar. 72 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar vóru negativar, staðfesta nýggjastu kanningarúrslitini.. Tær seinastu 2.440 kanningarnar hava verið júst negativar. Hósdagin 23. apríl vórðu tveir nýggir tilburðir staðfestir. 

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. Seinastu tilburðirnir vórðu staðfestir fyri trimum vikum síðani. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder