2018-10-03 12:21
Trivnaðarnevnd løgtingsins vitjaði í gjár á Almannaverkinum, har landsstýriskvinnan í almannamálum Eyðgunn Samuelsen og stjórin í Almannaverkinum Edvard Heen tóku ímóti.
Edvard Heen greiddi frá um tær mongu tænasturnar, ið Almannaverkið veitir kring landið. Almannaverkið hevur nógvar ymsar uppgávur – alt frá sosiala ráðgeving og leiðbeining, til stuðulstænastur til fólk við serligum tørvi og útgjald av ymsum veitingum.
Talan var um eina sera upplýsandi kunning, har tingfólkini fingu betur innlit í virksemið hjá Almannaverkinum og allar tær uppgávur, sum liggja fyri framman innan vælferðarøkið í Føroyum, skrivar Almannamálaráðið á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald