Dagur og Vika bar í gjárkvøldið fram lýsing av støðuni hjá familjum, ið ikki hava nøktandi bústaðarviðurskifti, og hvørja ávirkan hetta kann hava á børnini.
Í tí sambandi varð heitt á trivnaðarstjóran í Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze, um at greiða frá, hvussu kommunan merkir tørvin á bústøðum serliga í mun til familjur, sum eitt nú vegna veika sosiala støðu hava trupult við at fáa tryggan bústað, harundir eisini innan barnavernd.
Í skrivi boðar trivnaðarstjóran nú frá, at innslagið í Degi og Viku gav fatan av, at Barnaheimið er kommunalt tilboð til heimleysar familjur, og at hetta er tað, sum kommunan bjóðar teimum - men soleiðis er ikki, sigur hann:
- Kommunan ger alt, hon er ment at styðja undir bygging av bústøðum, eisini bíligum leiguíbúðum. Hetta verður gjørt eitt nú við at bjóða lendi út til leigubústaðir, og at arbeiða fyri møguleikanum at kunna langtíðarleiga lendi - alt við tí endamáli at fáa til vega so nógvar bústaðir sum gjørligt, og fyri at leigukostnaðurin hjá borgarunum verður so lágur sum gjørligt, sigur Jóan Petur Hentze.
- Pláss skal vera fyri øllum samfelagsbólkum í Tórshavnar kommunu. At útvega ítøkiligar bústaðir til eitt nú fíggjarliga veikar familjur ella heimleys er hinvegin eitt forsorgarmál, og tí ábyrgd hjá Almannaverkinum, sum eitt nú ræður yvir 5. hvørju íbúð hjá Bústøðum.
- Kommunan og barnaverndartænastan hjálpa og leiðbeina sjálvandi øllum foreldrum so væl sum til ber, eisini viðvíkjandi bústaði. Barnaheimið er almennur stovnur, men hevur ikki til endamáls at hýsa heimleysum børnum og foreldrum teirra, sigur trivnaðarstjórin.
- At Barnaheimið varð tikið fram í samrøðuni, skuldi fyrst og fremst lýsa, at tá alt er roynt og barn stendur út á gøtuni vegna heimloysi, so er talan um barnaverndarmál. Í slíkari vónleysari støðu kundi Barnaheimið vera ein bráðfeingis møguleiki í eitt tíðarskeið, leggur Jóan Petur Hentze afturat í skrivinum, sum varð sent til miðlarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald