Eftir seinna kongsumfarið í kvøld, er formaðurin í Vinstra, Troels Lund Poulsen útnevndur til samráðingarleiðara, boðar Kongshúsið frá í kvøld sambært donskum miðlum.
Troels Lund Poulsen er biðin um at standa á odda fyri samráðingunum um nýggja stjórn uttan Sosialdemokratarnar og Moderatarnar.
Danmark hevur verið í stjórnarloysi síðan fólkatingsvalið 24. mars, og í dag fór virkandi forsætisráðharrin, Mette Frederiksen til kong at heita á hann um at útnevna nýggjan samráðingarleiðara, eftir at tað ikki eydnaðist henni at skipa stjórn.
Ongantíð áður hevur tað tikið so langa tíð at skipa stjórn í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald