Innanlands

Tróndargøta sjunkar

Tórshavnar kommuna heitir á borgarar um at vísa tol

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-22 15:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggjar spillivatns-, regnvatns- og drekkivatnsleiðingar eru lagdar í Tróndargøtu frá Dr. Jacobsens gøtu til Jóannesar Paturssonar gøtu. Hetta arbeiðið er liðugt.

Tá ið vegurin skuldi asfalterast, vísti tað seg, at undirlagið undir gamla vegnum ikki var nóg gott at leggja asfalt á. Tann gamli vegurin hevur ligið oman á mold og øðrum bleytum tilfari. Eisini er staðfest, at nógv vatn er undir fylluni. Avleiðingin av hesum hevði verið, at vegurin hevði sjúnkað sum frálíður.

Tí verður alt tað bleyta tilfarið undir gamla vegnum,sum enn ikki er dagførdur, grivið upp, og sligið grót verður fylt íaftur, áðrenn asfalterað verður.

- Hetta fer tíverri at tarna arbeiðinum og leingjaarbeiðið til umleið fyrst í juni 2019, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Heitt verður á borgarar og onnur um at geva tol í sambandi við arbeiðið í gøtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder