Innanlands

Tróndur Kragesteen vinnari av postara-snarrøðu kapping

Tróndur miðlaði postaran ”Sjóvarfalsdrivið smittusamband millum aliøkir í Føroyum”

Mynd: Fiskaaling

Mynd: Fiskaaling

2018-10-02 13:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á Vísindavøkuni 28. september varð skipað fyri kapping í postara-snarrøðum. Tróndur Kragesteen, PhD lesandi á Fiskaaling, vann kappingina, tá hann miðlaði postaran ”Sjóvarfalsdrivið smittusamband millum aliøkir í Føroyum”.

Kappingin var á Vísindavøkuni, og luttakararnir vóru granskarar frá seks føroyskum granskingarstovnum. Uppgávan var at miðla sín postara á ein greiðan og fangandi hátt innan hálvantriðja minutt.

Tróndur hugtók fjøldina, og megnaði greitt og fangandi at greiða frá sínum granskingararbeiði. Tróndur gjørdist vinnari av postara-snarrøðu kappingini á Vísindavøkuni 2018, skrivar Fiskaaling á heimasíðu síni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder