Innanlands

Tróndur Sigurðsson nú annar varaborgarstjóri í Havn

Heðin Mortensen mátti í farloyvi nú hann er vorðin landsstýrismaður

Tróndur Sigurðsson (t.v.) er nú annar varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu. (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tróndur Sigurðsson (t.v.) er nú annar varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu. (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-29 21:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tróndur Sigurðsson tykist alt meira at hava yvirtikið leiklutin, sum oddamaður hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð, nú Heðin Mortensen – fyribils – hevur sagt býráðssessin frá sær fyri at setast í tóma landsstýrissessin á Samferðslumálaráðnum eftir Henrik Old.

Fyrsti býráðsfundur í høvuðsstaðarkommununi eftir landsstýrismannaskiftið var í kvøld, og í hesum sambandi kom Bjørg Dam í býráðssessin, sum Heðin Mortensen mátti siga frá sær tá hann gjørdist landsstýrismaður.

Í hesum sambandi skuldi Javnaðarflokkurin eisini velja nýggj fólk í allar teir álitissessir, sum Heðin Mortensen hevði í samband við býráðsarbeiðið.

Ein teirra er uppgávan at vera annar varaborgarstjóri eftir Gunvør Balle, ið er fyrsti varaborgarstjóri.

Til hesa uppgávu var Tróndur Sigurðsson valdur.

Ein røð av nevndarsessum vórðu eisini valdir av nýggjum, bæði teir, sum Heðin Mortensen sat í, men eisini í øðrum nevndum í sambandi við umskipan av nevndarumboðanini hjá Javnaðarflokkinum. Meira um hetta seinni.

Heðin Mortensen hevur annars lagt dent á, at hann ikki hevur sagt býráðssessin frá sær, men bert er farin í orlov, meðan hann røkir uppgávuna sum landsstýrismaður. 72 ára gamli veteranurin í Tórshavnar býráð og eisini á Løgtingi, hevur – sum skilst – eisini ætlanir at stilla uppaftur til komandi býráðsval, sum verður í 2020. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder