
Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau hittir í dag bretska Charles kong m.a. fyri at tosa um kanadiskt sjálvræði.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur fleiri ferðir tosað um at gera Kanada til 51. amerikanska statin, og tað er vónin hjá Trudeau, at hann og bretski kongurin kunnu "umrøða evni, sum hava týdning fyri Kanada og kanadiarar", sigur hann.
– Eg kann siga tykkum, at har er einki, sum er meira umráðandi fyri kanadiarar beint nú enn at verja okkara sjálvræði sum tjóð, sigur hann sambært Ritzau.
Trump hevur fleiri ferðir seinastu tíðina umrøtt Trudeau sum guvernør heldur enn forsætisráðharra, og eisini hevur hann givið boð um at leggja toll á 25 prosent á ávísar vørur úr Kanada og Meksiko frá 4. mars.
Grundgevingin hjá Trump er, at Kanada og Meksiko viðvirka til eina heilsukreppu og tilflytarakreppu í USA, tí at ov nógvir tilflytarar úr Meksiko koma inn í USA ólógliga, umframt at ov stórar nøgdir av pínustillandi evninum fentanyl, sum á hvørjum ári tekur lívið av túsundatals amerikanarum, koma inn á amerikanska marknaðin úr hesum londum.
Sambært Trump verður tollurin á vørur úr Kanada strikaður, um Kanada gerst partur av USA.
Í farnu viku varð amerikanski forsetin eisini boðin á statsvitjan í Stórabretlandi at hitta Charles kong.
Les eisini: Trump boðin á statsvitjan í Stórabretlandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald