Innanlands

Trump: - Putin er helst blandaður uppí sniðmorð og eitran

Amerikanski forsetin sigur eisini, at fleiri lond royndu at ávirka forsetavalið í 2016

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2018-10-15 09:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, var sunnudagin við í kendu sendingini “60 mintues” hjá CBS. Millum evnini, sum Donald Trump og Lesley Stahl prátaðu um, vóru Vladimir Putin og amerikanska forsetavalið í 2016, tá DOnald Trump varð valdur til forseta.

Donald Trump segði, at russiski forsetin, Vladimir Putin, helst er blandaður uppí sniðmorð og eitran, men at hetta ikki er nakað, sum gongur fyri seg í USA. Trump legði afturat, at hetta er nakað, sum russar sjálvsagt ikki áttu at gjørt.

Donald Trump segði eisini, at tað ikki bert var Russland av fremmandum londum, sum blandaði seg í amerikanska forsetavalið í 2016. Trump segði, at hann heldur at Kina eisini blandaði seg, og onnur lond eisini, skrivar TV2. Hann segði samstundis, at hann helt Kina verða ein størri trupulleika enn Russland á økinum.

 Trump avvísir tó, at hann bað Russland um hjálp at vinna amerikanska forsetavalið í 2016

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder