Uttanlands

Trump ætlar at almannakunngera nýggja útskrift av samrøðu við Zelenskij

Nógv umrødda samrøðan í juli var ikki einasta samrøðan, Trump hevði við ukrainska forsetan. Teir tosaðu eisini saman í apríl.

Donald Trump (Mynd: EPA)

Donald Trump (Mynd: EPA)

2019-11-10 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at hann fer at almannakunngera eina útskrift av einari samrøðu, sum hann hevði við ukrainska forsetan, Volodimir Zelenskij, í apríl.

Trump sigur, at hann hevur havt tvær samrøður við ukrainska forsetan, og at nýggja útskriftin er sera týdningarmikil. Samrøðan verður møguliga almannakunngjørd týsdagin, sigur Trump.

Tað er ein onnur samrøðu, sum Trump hevði við Zelenskij í juli, sum er orsøkin til, at eitt møguligt ríkisrættarmál verður reist móti Trump.

Amerikanski forsetin er nevniliga ákærdur fyri at hava roynt at lagt trýst á ukrainska forsetan fyri at fáa hann finna upplýsingar fram um Joe Biden og son hansara, Hunter Biden, sum hevur sitið í nevndini í einum ukrainskum orkufelagi.

Joe Biden er í løtuni favorittur at gerast forsetavalevni hjá demokratunum til valið í 2020.

Les eisini: Republikanarar vilja hava sonin hjá Joe Biden at vitna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder