Amerikanski forsetin, Donald Trump, undirskrivaði í gjár eina fyriskipan, sum noyðir bilframleiðaran General Motors at framleiða andingartól til koronasjúklingar.
Tað var í farnu viku at Trump setti eina gamla lóg í gildi – the Defence Production Act – sum er ein lóg, sum sjáldan verður brúkt. Í krepputíðum gevur lógin amerikanska stýrinum heimild at krevja, at fyritøkur framleiða ávísar vørur til eitt nú heilsuverkið.
Sambært Ritzau hava samráðingar millum stýrið og General Motors tikið ov langa tíð, og tí gjørdi Trump sær dælt av gomlu lógini.
– General Motors hevur spilt tíðina. Hetta tiltakið fer at tryggja skjóta framleiðslu av andingartólum, sum fara at bjarga lív, sigur Trump.
USA er í løtuni tað landið í heiminum, sum hevur flest tilburðir av koronasmittuni, og boðað hevur verið frá, at sjúkrahús ikki hava nóg mikið av útgerð. Hetta er serliga galdandi í New York, sum er tann staturin, sum er harðast raktur av koronaútbrotinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald