Uttanlands

Trump boðin til Italia

Italski forsætisráðharrin, sum vitjaði í Hvítu Húsunum hósdagin, hevur boðið amerikanska forsetan á vitjan í Italia

Italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni vitjaði hósdagin amerikanska forsetan Donald Trump í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

Italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni vitjaði hósdagin amerikanska forsetan Donald Trump í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

2025-04-19 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump er boðin á vitjan í Italia, eftir at italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni vitjaði hann í Hvítu Húsunum hósdagin.

Vitjanin verður einaferð í nærmastu framtíð, siga Trump og Meloni í felags fráboðan, sambært Ritzau.

Trump hevur ikki verið uttanlands, síðan hann byrjaði sítt seinna valskeið í Hvítu Húsunum 20. januar, men sambært miðlinum Axios er eisini ætlanin, at Trump skal vitja í Saudiarabia miðskeiðis í mai.

Enn er ikki greitt, nær amerikanski forsetin fer til Italia, men møguliga verður eisini fundur millum USA og Evropa í sambandi við hesa vitjan, stendur í fráboðan frá Hvítu Húsunum.

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance vitjaði í Italia í gjár, har hann eisini hitti Giorgia Meloni.

Les eisini: Trump og Meloni vís í, at ES og USA kunnu gera eina tollavtalu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder