Dagliga talið á teimum, sum doyggja við koronasmittuni fer at toppa um tvær vikur.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, á tíðindafundi í gjárkvøldið.
Sambært uppgerð frá Johns Hopkins University, eru fleiri enn 500 fólk við koronasmittuni deyð í USA seinasta samdøgrið. Tað er eitt met fyri USA, har fleiri enn 2.500 fólk eru deyð higartil, og 143.025 hava fingið staðfest smittuna.
Amerikansku heilsumyndugleikarnir hava, sambært DR, boðað frá, at 894.000 royndir higartil eru tiknar av fólki í landinum.
USA er eisini tað landið í heiminum við flest smittutilburðum – framanfyri Italia, Kina og Spania.
Um USA megnar at halda deyðstalinum niðri á millum 100.000 og 200.000, og talið ikki verður fleiri mió, merkir tað, at landið hevur gjørt eitt gott arbeiði, sigur Donald Trump sambært Reuters.
Á tíðindafundinum sunnukvøldið boðaði Trump eisini frá, at tiltøkini, sum eru sett í verk verða galdandi til 30. apríl. Sostatt hevur amerikanski forsetin slept vónini um, at meginparturin av USA kann lata upp aftur á páskum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald