
Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur, at hann kann gera eina avtalu við russiska forsetan, Vladimir Putin um frið í Ukraina.
Tað segði hann í samrøðu við amerikanska miðilin Fox News í nátt.
– Eg havi altíð hildið, at har kann ikki vera nakar fundur uttan meg, tí eg haldi ikki, at nøkur avtala verður gjørd, sigur Trump, sum leggur afturat, at hann hevur gott samband við Putin.
– Eg havi sera gott samband við Putin. Eg haldi, vit kunnu gera eina avtalu.
Trump sigur, at hann ynskir at hitta Putin, tí hann er troyttur av, at tað eru onnur, sum fundast, og heldur hann, at Putin er troyttur av krígnum í Ukraina.
Í gjár hittust umboð fyri Russland og Ukraina fyri fyrstu ferð í trý ár til samráðingar í Istanbul, men tað einasta partarnir samdust um var at leyslata 2000 krígsfangar í fangabýti.
Les eisini: Russland og Ukraina samd um at býta um krígsfangar
Tað var Putin, sum kom við hugskotinum um at hava fund í Istanbul. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj segði, at hann ynski sjálvur at fara til Istanbul at hitta russiska forsetan, og at hann fegin vildi hava Trump við á fund, men tað bleiv ikki til nakran fund millum teir tríggjar.
Trump segði við Fox News, at hann umhugsaði at fara til Turkalands, men tað bar ikki til, tí hann var á ferð í Miðeystri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald