
Tað er rætt gjørt av amerikanska forsetanum Donald Trump, tá hann krevur, at tey evropeisku Nato-londini gera fleiri íløgur í verju, heldur finski forsetin, Alexander Stubb, sum hevur verið á vitjan hjá Trump í Florida um vikuskiftið.
Í dag er hann í London, har hann skal hitta bretska forsætisráðharran, Keir Starmer. Eisini hevur hann luttikið í kjaki á London School of Economics, har hann viðmerkti atfinningarnar hjá Trump í sambandi við verjuútreiðslurnar hjá øðrum Nato-londum, sum sambært Trump eru ov lágar.
– Tað, Trump ger beint nú, er tað rætta. Hann leggur trýst á evropeisk lond, so tey hækka teirra játtan til verju og taka meira ábyrgd fyri teirra egnu trygd, segði Stubb sambært Ritzau.
Hann heldur tó ikki, at USA er á veg úr Nato.
– Eg havi enn ikki hoyrt nakran í amerikonsku umsitingini, sum veruliga hevur givið ábendingar um, at tey á nakran hátt hava umhugsað at taka seg úr Nato, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald