Uttanlands

Trump hóttir Houthi-rørsluna og Iran

Eitthvørt álop frá houthiunum er eitt álop fyriskipað av iransku stjórnini, sigur amerikanski forsetin

Houthi viðhaldsmenn mótmælr amerikansku álopunum í Sana'a í Jemen (Mynd: EPA)

Houthi viðhaldsmenn mótmælr amerikansku álopunum í Sana'a í Jemen (Mynd: EPA)

2025-03-17 17:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ávarar nú Iran um, at landið verður ábyrgdað, um Houthi-rørslan í Jemen heldur fram við sínum álopum á amerikansk skip í økinum.

Sambært Trump, er tað Iran, sum stýrir tí, sum houthi’ararnir gera og stuðlar teimum við vápnum og fíggjarliga.

- Eitt og hvørt skot frá Houti-rørsluni við hereftir verða fatað, sum skot av leiðslu Irans við iranskum vápnum. Iran hevur ábyrgdina, og avleiðingarnar verða álvarsligar, skrivar Trump hóttandi á egna sosiala miðli sínum, Truth Social.

USA hevur hesar seinastu dagarnir framt fleiri álop móti houthi’unum, og sambært myndugleikunum í Jeman, sum fáa stuðul frá Houthi-rørsluni, hava 53 fólk latið lív í hesum álopum. Deyðstølini eru ikki váttað frá aðrari síðu, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder