
Amerikanski forsetin, Donald Trump, kemur nú við eini ávaring. Hesaferð er hon rættað móti ES og Kanada, nú Trump júst hevur sett eykatoll á innflutning av stáli og aluminium úr hesum londum.
- Um ES samstarvar við Kanada til tess at skaða USA búskaparliga, so fer stórur revsitollur, nógv størri enn ætlað, at raka fyri at verja tann besta vinin, sum hesi lond nakrantíð hava havt, skrivar forsetin á egna sosiala miðli sínum, Truth Social.
Í januar segði kanadiska uttanríkisráðkvinnan, Mélanie Joly, at hon vildi rætta hondina út til Bretlands, EU og Meksiko fyri at samskipa eitt mótsvar til hóttanirnar hjá Trump um revsitoll á fleiri vørur.
Í gjár setti Trump forseti eisini undirskrift sína undir eina avgerð um at hækka tollin á bilum, sum verða innfluttir til USA úr Evropa. Eykatollurin verður 25 prosent, galdandi frá í gjár.
Avgerðin kann fáa stórar avleiðingar fyri evropeiska bilídnaðin, serliga tann týska. Ein meting frá Oxford Economics sigur, at bilaútflutningurin kann minka við sjey prosentum, svarandi til eitt virði á 70 milliardir krónur, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald