
Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur, at ein fundur millum hann og russiska forsetan Vladimir Putin kann gerast veruleiki skjótt.
Endamálið við einum fundi verður at fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina, sum bæði Putin og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ynskja, sigur Trump sambært Ritzau og leggur afturat, at hann arbeiðir hart fyri at skapa frið.
Undan amerikanska forsetavalinum í november í fjør segði Trump fleiri ferðir, at tað bert fór at taka honum 24 tímar at fáa ein enda á krígnum; ein orðing, sum hann tó ikki hevur brúkt seinastu tíðina.
USA og Russland fyrireika seg í løtuni til at byrja innleiðandi fundir í Saudiarabia hesa vikuna, siga keldur úr Washington. M.a. fer amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio eftir ætlan til Saudiarabia í dag.
Evropa við, tá veruligar samráðingar byrja
Keith Kellog, serligt sendifólk hjá USA til Russland og Ukraina, segði leygardagin á trygdarráðstevnuni í München, at Evropa ikki verður partur av samráðingunum. Tað er m.a. orsøkin til, at franski forsetin, Emmanuel Macron hevur kallað evropeiskar leiðarar til skundfund í París í dag.
Les eisini: Maron kallað inn til evropeiskan skundfund
Men í samrøðu við sjónvarpsrásina CBS sigur Marco Rubio, at Ukraina og Evropa verða umboðað, tá "veruligu samráðingarnar" byrja, men enn er mann ikki komin so langt.
– Um tað eru veruligar samráðingar, og har eru vit ikki komin enn - men hendir tað, skal Ukraina við, tí tað eru tey, sum eru álopin, og evropearar skulu við, tí tey hava eisini sett í verk revsitiltøk móti Putin og Russlandi, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald