Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur koyrt løgmálaráðharran, Pam Bondi úr starvi.
Í dagføring á Truth Social skrivar Trump, at Pam Bondi hevur verið ein trúgvur tænari sum løgmálaráðharri, og fer hon í eitt nýtt, týðandi starv í privatu vinnuni, sum verður avdúkað í nærmastu framtíð.
Todd Blance, varaløgmálaráðharri, sum fyrr hevur verið persónligur sakførari hjá Trump, tekur við sum virkandi løgmálaráðharri, skrivar Ritzau.
Pam Bondi hevur seinastu tíðina verið fyri hørðum atfinningum fyri handfaring sína av skjølunum um deyða kynsbrotsmannin, Jeffrey Epstein.
Tað eru bæði Demokratar og Republikanarar, sum hava funnist at handfarinini av Epstein-skjølunum, og keldur siga við amerikanska miðilin CNN, at Trump eisini hevur verið ónøgdur við handfaring hennara av skjølunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald