Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur, at mann átti at víðka verjusamgonguna Nato (North Atlantic Treaty Organization) og loyva londum úr Miðeystri uppí.
Tað segði hann við tíðindafólk uttanfyri Hvítu Húsini í gjár.
Trump sigur einki um, hvørji lond úr Miðeystri, talan er um, men hann sigur seg longu hava funnið uppá eitt hóskandi navn til víðkaðu verjusamgonguna.
- Nato-ME (Middle East, red.). Eitt vakurt navn. Eg dugi væl við nøvnum.
Í dag eru 29 limalond í Nato, og undantikið Turkaland, eru øll limalondini úr Norðuramerika ella Evropa.
Við at geva Nato størri leiklut í Miðeystri kann USA, sambært Trump, minka um sína ávirkan og halda seg meira í bakgrundini, skrivar Ritzau.
- Og so kunnu vit koma heim – ella fyri tað mesta koma heim – og brúka Nato í staðin, sigur amerikanski forsetin um amerikonsku hermenninar í Miðeystri og stríðið ímóti IS.
Mikudagin segði Trump eisini, at Nato eigur at fáa ein størri leiklut í Miðeystri. Hetta segði hann, eftir at Iran leyp á tvær hernaðarstøðir í Irak, har amerikanskir hermenn hildu til. Eingin lat tó lív í álopinum, sum var aftursvarið hjá Iran fyri drápið á iranska generalin Qassem Soleimani.
Í samrøðu við Jens Stoltenberg, aðalskrivara hjá Nato, legði Trump eisini dent á týdningin av, at Nato fær ein størri leiklut í at varðveita friðin í Miðeystri, og gjørdust teir báðir samdir um, at Nato kann gera meira fyri at tryggja friðin í økinum og stríðast ímóti yvirgangi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald