Uttanlands

Trump: Nærkast avtalu um Gaza

– Eg haldi, tað er ein avtala, sum fer at fáa gíslarnar heim, og tað er ein avtala, sum fer at fáa ein enda á krígnum, sigur amerikanski forsetin

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-09-27 14:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at tað er hansara fatan, at ein avtala um at enda kríggið millum Ísrael og Hamas nærkast.

– Tað er líkt til, at vit hava eina avtalu um Gaza, eg haldi, tað er ein avtala, sum fer at fáa gíslarnar heim, og tað er ein avtala, sum fer at fáa ein enda á krígnum, segði hann fríggjadagin sambært tíðindastovunum AFP og Reuters.

Trump hevur ikki greitt nærri frá, hví hann heldur, at ein avtala nærkast.

Fyrr í vikuni legði amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff fram eina friðarætlan í 21 stigum, sum skal fáa ein enda á krígnum. Tað er sent umboðum fyri Saudiarabia, Sameindu Arabisku Emiratini, katar, Egyptaland, Jordan, Indonesia, og Pakistan.

Les eisini: Netanyahu: At viðurkenna ein palestinskan stat hevði verið sjálvmorð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder