Uttanlands

Trump: Nógv ynskja, at eg stilli uppaftur

Tað er ikki skemt, sigur amerikanski forsetin, tá hann tosar um møguleikan at sita eitt triðja valskeið

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-03-31 07:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ikki skemt, tá amerikanski forsetin, Donald Trump tosar um møguleikan at taka eitt triðja valskeið sum forseti.

Tað sigur hann sjálvur í samrøðu við amerikanska miðilin NBC News.

– Nógv fólk ynskja, at eg geri tað (stillar upp til eitt triðja valskeið sum forseti, red.), sigur Trump.

– Eg skemti ikki, sigur amerikanski forsetin, sum áður hevur tosað um at sita longur enn tvey valskeið í Hvítu Húsunum, men tað er ikki fyrr enn nú, at hann undirstrikar, at tað ikki er skemt, skrivar Ritzau.

Í løtuni er tíðin, ein forseti kann sita í Hvítu Húsunum, annars avmarkað til tvey valskeið. Soleiðis hevur tað verið síðan 1951, tá 22. grundlógarískoytið til amerikonsku grundlógina varð samtykt.

Sambært Trump kann tað tó gerast møguligt at fáa eitt triðja valskeið sum forseti, men tað er ov tíðliga at hugsa um, sigur Trump, tá hann verður spurdur, um ætlanir eru um at gera tað møguligt at fáa meira enn tvey valskeið.

Skal amerikanska grundlógin broytast, so tað aftur verður loyvt at sita longur enn tvey valskeið sum forseti, krevst at tveir triðingar av limunum í amerikonsku Kongressini atkvøða fyri slíkari broyting, ella at tveir triðingar av teimum 50 amerikonsku statunum semjast um hetta.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder