
Amerikanski forsetin, Donald Trump skal í morgin tosa við russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin.
Tað sigur Trump sjálvur við journalistar umboðr á forsetaflogfarinum, Air Force One í morgun sambært Ritzau.
– Vit vilja síggja, um vit kunnu steðgað hatta kríggið. Kanska kunnu vit, kanska kunnu vit ikki, men eg haldi, at vit hava ein góðan kjans, sigur hann og leggur afturat, at hann møguliga fer at koma við onkrari fráboðan týsdagin um samráðingarnar, sum hava verið seinastu tíðina.
– Vit fara at tosa um land, vit fara at tosa um orkuverk. Eg haldi nógv av tí er longu umrøtt nógv á báðum síðum. Av Ukraina og Russlandi. Vit tosa longu um tað, um býti av ávísum virðum.
Júst nær Putin og Trump skulu tosa saman, verður ikki upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald