Uttanlands

Trump og Zelenskyj hittast í Rom

Teir tosaðu saman undan jarðarferðini hjá pávanum í morgun, og skulu teir eftir ætlan hittast aftur eftir jarðarferðina

Í dag hittust Volodymyr Zelenskyj og Donald Trump fyri fyrstu ferð síðan 28. februar (Mynd: EPA)

Í dag hittust Volodymyr Zelenskyj og Donald Trump fyri fyrstu ferð síðan 28. februar (Mynd: EPA)

2025-04-26 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur í dag hitt amerikanska forsetan, Donald Trump í italska høvuðsstaðnum Rom, har teir báðir eru staddir í sambandi við jarðarferðina hjá Frans páva.

Talsfólk hjá Zelenskyj upplýsir, at Trump og Zelenskyj hittust undan jarðarferðini, sum byrjaði klokkan níggju í morgun okkara tíð, men greitt verður ikki nærri frá, hvat Trump og Zelenskyj hava tosað um.

Hetta var fyrstu ferð, at Trump og Zelenskyj hittust, síðan Zelenskyj vitjaði í Hvítu Húsunum 28. februar. Har endaðu tað við kegli millum Zelenskyj, Trump, og amerikanska varaforsetan J.D. Vance.

Úr Hvítu Húsunum verður sagt, at Trump og Zelenskyj hava havt eina sera úrtøkumikla samrøðu, og keldur úr Vatikaninum siga, sambært Ritzau, at teir hava avtalað at fundast víðari eftir jarðarferðina.

Amerikanski forsetin segði herfyri, at Ukraina og Russland nærkast einari avtalu um vápnahvíld.

Í dagføring á Truth Social skrivar hann, at Russland og Ukraina eru so nær einari avtalu, at partarnir nú eiga at "hittast á høgum støði fyri at gera arbeiðið liðugt".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder