Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur givið ábendingar um, at hann ynskir at enda kríggið í Ukraina, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir at Steve Witkoff og Jared Kushner fundaðust við Putin í Moskva týsdagin.
Á fundinum umrøddu partarnir eitt amerikanskt uppskot til eina friðaravtalu millum Russland og Ukraina, og teir (Witkoff og Kushner, red.) hava ta fatan, at Putin fegin vil hava ein enda á krígnum.
Les eisini: Ikki komin tættari semju um frið í Ukraina
Enn er tó ov tíðliga hjá amerikanska forsetanum at meta um úrslitið av fundinum, men hann sigur, at fundurin sum heild var góður.
Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio metir eisini, at framstig vórðu gjørd á fundinum.
– Vit royna at finna útav, um tað er møguligt at enda kríggið á ein hátt, sum verjur framtíðina hjá Ukraina, og sum báðir partar kunnu góðtaka. Eg haldi, at vit gera nøkur framstig, sigur hann við Fox News og leggur afturat:
- Tað er bert Putin, sum kann enda kríggið frá russisku síðuni.
Í morgun segði russiski forsetin, at Russland fer at fáa fatur á ukrainsk landaøki, sum leingi hevur verið krav hjá russum.
Les eisini: Putin: Russland fer at yvirtaka Donbas
Steve Witkoff og Jared Kushner skulu í dag hitta leiðaran í ukrainska trygdarráðnum, Rustem Umerov í Florida.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald