Uttanlands

Trump sinnaður at lækka toll á kinesiskar vørur

Ein tollur á 80 prosent tykiskt rætt, sigur amerikanski forsetin – Í løtuni er tollurin á kinesiskar vørur, sum verða innfluttar til USA, 145 prosent

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-05-09 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tollurin á kinesiskar vørur, sum verða innfluttar til USA er í dag 145 prosent, men amerikanski forsetin, Donald Trump er sinnaður at lækka hann niður í 80 prosent.

Tað sigur Trump sjálvur í dagføring á Truth Social.

– 80 prosent tollur á Kina tykist rætt. Tað er upp til Scott B, skrivar Trump og vísir til amerikanska fíggjarmálaráðharran, Scott Bessent, sum í dag skal hitta kinesiska varaforsætisráðharran, He Lifeng at umrøða handilskríggið millum londini, skrivar Ritzau.

Trump leggur afturat, at Kina eigur at lata upp marknað sín fyri USA.

– Tað hevði verið so gott hjá teimum. Stongdir marknaðir rigga ikki longur.

Tollurin hjá USA á kinesiskar vørur er hægsta tollgjaldið, sum umsitingin hjá Trump hevur lagt á útlendskar vørur. Kina hevur svarað aftur við at hækka tollin á amerikanskar vørur upp í 125 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder