Uttanlands

Trump: Steðga øllum samráðingum við Kanada

Grundgevingin er eitt avgjald, sum Kanada hevur sett á talgildar tænastur

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-06-28 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA steðgar øllum handilssamráðingum við Kanada alt fyri eitt, skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump á Truth Social.

Grundgeving hansara er, at Kanada hevur lagt eitt avgjald á trý prosent á talgildar tænastur, sum fer at raka amerikanskar fyritøkur.

Sambært BBC verður mett, at hetta fer at kosta amerikonskum fyritøkum sum Amazon, Apple og Google yvir tvær milliardir dollarar um árið.

USA fer innan sjey dagar at kunna Kanada um, hvussu nógvur tollur verður lagdur á kanadiskar vørur, sigur Trump sambært Ritzau.

Í apríl boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at hann umframt at leggja ein grundtoll á 10 prosent á vørur, sum vórðu innfluttar úr øllum londum, eisini fór at leggja ein hægri revsitoll á vørur úr ávísum londum. Seinni varð tó boðað frá, at tollurin varð útsettur í 90 dagar, til 9. juli.

Trump hevur hug at stytta freistina
USA og ES samráðast eisini um nýggja handilsavtalu, og Trump sigur, at freistin til 9. juli ikki liggur føst.

– Vit kunnu gera, hvat vit vilja. Vit kunnu leingja hana. Vit kunnu stytta hana. Eg vil fegin stytta hana, segði Trump á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í gjár.

– Eg havi hug at senda eitt bræv til øll: Til lukku, nú rinda tit 25 prosent.

Hósdagin boðaði ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen frá, at ES hevði fingið eitt nýtt samráðingarútspæl frá USA, tó greiddi hon ikki nærri frá, hvat tað inniheldur.

Hon sigur, at ES fer at meta um útspælið men ger greitt, at ES er til reiðar at gera eina avtalu. Tó ikki fyri ein og hvønn prís. ES-nevndarforkvinnan kann heldur ikki útiloka, at ES noyðist at leggja toll á amerikanskar vørur, um tað ikki eydnast at fáa eina avtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder