Uttanlands

Trump tekur malariaheilivág fyri at sleppa undan korona

Hevur sjálvur biðið um at verða viðgjørdur við hydroxyklorokin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-05-19 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tekur malariaheilivágin hydroxyklorokin fyri at sleppa undan at vera smittaður við korona.

Donald Trump upplýsti á tíðindafundi í gjár, at hann hevur tikið malariaheilivágin í hálvaaðru viku. Hann segði eisini, at hann tekur sink sum kostískoyti. Forsetin hevur verið testaður fyri covid-19, og hevur ikki havt sjúkuna.

Tað er ikki eftir tilráðing frá lækna sínum, at hann tekur heilivágin, men hann hevur tikið avgerðina sjálvur.

- Eg taki heilivágin, tí eg meti at hann er góður, segði forsetin sambært AP tíðindastovuni.

Stjórnin hjá Trump avgjørdi fyrr í ár, at læknar kundu skriva úthydroxyklorokin til viðgerð av covid-19.

Ávara um hjáárin
Tað er ikki staðfest vísindaliga, at hesin heilivágur hevur ávirkan á koronavirus, men fleiri royndir eru gjørdar, eitt nú í Kina og Fraklandi. Men hesar royndar hava ikki fylgt strongu krøvunum, sum sett verða fyri at staðfesta virknaðin av heilivági.

Royndirnar vísa, at klorokin saman við antibiotika, kann minka um virusstøðið hjá sjúklingum, sum hava fingið virusið.

Í farna mánaði ávaraðu amerikanskir heilsumyndugleikar móti at brúka heilivágin uttan eftirlit orsaka av ógvusligum hjáárinum. Brúkarar hava greitt frá um trupulleikar við hjartarútmuni og onkur einstakur er eisini deyður, skrivar AP.

Trump sigur seg ikki hava merkt nakað hjáárin higartil.

- Higartil er alt OK, sigur hann.

Minst tvey starvsfólk í Hvítu Húsunum hava fingið staðfest korona í hesum mánaðinum. Orsaka av hesum er krav um at bera andlitsmasku. Eisini verða forsetin og varaforsetin og tey, sum hava tætt samband við teir, kannað hvønn dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder