
Amerikanski forsetin, Donald Trump heitir á amerikanska hægstarættin um at avmarka møguleikan hjá dómarum fyri at forða fyri politikki hansara.
Í dagføring á Truth Social skrivar Trump m.a., at partískir dómarar forða fyri, at hann sum forseti kann virka skjótt og avgjørt.
Seinastu tíðina hava samveldisdómarar í fleiri førum forðað fyri tiltøkum hjá Trump, sum m.a. snúgva seg um at banna tvørkyndum at gera hertænastu og hópútvísing av persónum, sum verða lagdir undir at hava samband við brotsmannalið.
Í dagføring sínari vísir Trump til vælkendu slagorð hansara, "Make America Great Again" (Ger USA stórfingið aftur, red.), og tað ber ikki til at gera, um "viðgongdir og sera partískir dómarar sleppa at forða fyri rættvísi", skrivar amerikanski forsetin.
Trump vendir sær beinleiðis til forsetan fyri amerikanska hægstarættin, John Roberts.
– Steðga hesum banninum nú, áðrenn tað er ov seint. Um Roberts dómari og hægstirætturin ikki alt fyri eitt loysa hesa eitrandi støðu, sum er uttan fordømi, er land okkara í álvarsomum trupulleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald