Donald Trump, forsetavalevni hjá Republikanarunum, er til reiðar at kjakast við Kamalu Harris, forsetavalevni hjá Demokratunum á ABC 10. september. Men hann vil hava tvey kjak afturat í september, boðaði hann frá á tíðindafundi herfyri.
ABC boðar eisini frá á sosialu miðlunum, at bæði valevnini hava váttað, at tey fara at luttaka.
Trump vil tó framvegis hava eitt kjak á Fox News 4. september umframt eitt á NBC 25. september, skrivar Reuters.
Harris sigur á sosialu miðlunum, at hon gleðir seg at kjakast 10. september. Hon segði eisini við miðlar herfyri, at hon ikki vildi útiloka fleiri kjak, men at hon ikki fór at luttaka í einum kjaki á Fox News 4. september.
Les eisini: Harris vil ikki kjakast á Fox News
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald