
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur luftað tankarnar um at lata víðagitna fongslið, Alcatraz út fyri kalifornisku strondini, uppaftur.
Sambært forsetanum, er arbeiðið longu sett í gongd.
Á Truth Social skrivar Trump, at USA leingi hevur verið plágað av “óndum, harðrendum kriminellum, ið aldri fara at koma við øðrum enn vesaldómi og líðing”.
- Tí biði eg í dag amerikanska fongslulsmyndugleikan (Bureau of Prisons, -red.) í samstarvi við løgmálaráðið, FBI og Homeland Security, um at lata upp aftur eitt víðkað og útbygd Alcatraz – til at hýra teimum mest eirindaleysu og harðrendu brotsfólkunum í Amerika, skrivar forsetin.
Ikoniska fongslið, ið liggur á eini lítlari oyggj í víkini við San Francisco, hýsti frá 1934 til 1963 teimum mest harðrendu lógbrótarunum, teirra millum mafia-bossinum Al Capone og yvirgangsmanninum George 'Machine Gun' Kelly.
Fongslið lat aftur, tá tað gjørdist nógv dýrari at reka tað enn onnur fongsul, tí at allar vørur til fongslið skuldu siglast út við skipi.
Tað eru nú meira enn 60 ár síðan at lítla oyggin virkaði sum fongsul. Tí skal tað eftir øllum at døma gerast stórar íløgur, áðrenn tað aftur kann hýsa dømdum lógbrótarum.
Nú á døgum er oyggin ein ferðafólkamagnetur við hálvaaðrari millión vitjandi um árið. National Park Service undir amerikanska innanríkisráðnum tekur sær av bygningunum á oynni.
Sambært Trump verður uppafturlatingin eitt tekin um lóg, ordan og rættvísi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald