Innanlands

Trý bjóða seg fram til nevndina hjá Pedagogfelagnum

Aðalfundur verður 5. mars, og tey, sum bjóða seg fram, eru Gunnvá Akraberg Hansen, Harald Joensen og Valborg Hammer

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-02 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

5. mars verður aðalfundur hjá Føroya Pedagogfelag, har tveir nevndarsessir standa fyri vali.

Nú freistin at boða frá uppstilling og at koma við uppskotum til aðalfundin, er greitt at tríggir limir bjóða seg fram til nevndina, skrivar Pedadogfelagið á heimasíðuna.

Tey, ið stilla upp, eru Gunnvá Akraberg Hansen, Harald Joensen og Valborg Hammer. Teir limir sum fáa flestar atkvøður verða valdir, og nummar trý verður tiltakslimur.

Hjá hjálparfólkaráðnum vóru eisini tveir ráðssessir fyri vali, og hava tveir limir bjóðað seg fram – Hansine Brandt og Oda Dalfoss. Hesar verða tí valdar uttan atkvøðugreiðslu. Valskeiðið er trý ár.

Námsfrøðingaráðið stóð alt sum tað var fyri vali, og skuldu sostatt fimm ráðslimir veljast. Fýra hava bjóðað seg fram. Tey eru Anja Haldansen, Gunn Maritudóttir, Krista Hvannastein, og Tina Tórarenni.

Trý tey fyrst valdu verða vald í trý ár, tann fjórða verður vald fyri tvey ár.

Leiðararáðið er fult mannað, og er einki val á hesum sinni, skrivar Pedagogfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder