2018-09-27 08:36
Trý ferðsluóhapp vórðu skrásett í gjár.
Beint eftir midnátt ígjár fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp í Porkeri, orsakað av vindinum.
Bilurin fekk eitt sindur av skaða, og førarin varð koyrdur á sjúkrahúsið, har hann bleiv kannaður fyri heilaskjálvta.
Klokkan 8.20 í gjár fór ein bilur útav vegnum í Svínáum og endaði í eini á.
Bilførarin varð koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar, og bilurin hevði fingið nógvan skaða.
Sløkkiliðið varð sent á staðið at rudda upp, av tí at bilurin lak olju, sigur vakthavandi á politistøðini.
Beint eftir klokkan 15 í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á oyggjarvegnum. Bilurin fekk nakað skaða, tó var eingin fólkaskaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald