Innanlands

Trý valevni til nevndina í Starvsfelagnum

Aðalfundur verður 5. mars, tveir nevndarlimir standa fyri vali – Hilmar Augustinussen, og Noomi K. Rasmussen, sum stillar ikki upp aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-02 17:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

5. mars verður aðalfundur hjá Starvsfelagnum, og á nevndarvalinum standa tveir limir fyri valli.

Teir eru Noomi K. Rasmussen og Hilmar Augustinussen, men Noomi K. Rasmussen hevur boðað frá, at hon stillar ikki upp aftur til nevndina.

Nú uppstilling til nevndarvalið er liðug, boðar Starvsfelagið frá, at trý fólk stilla upp til nevndarvalið.

Umframt Hilmar Augustinussen, sum starvast á Gjaldsstovuni, stilla Hildigerð Djurhuus og Hergeir Staksberg eisini upp. Tey starvast á ávikavíst Posta og í Tórsgøtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder